Privatlívspolitikkur - Sp/f Eli Thorsteinsson advokatur

Hjá Sp/f Eli Thorsteinsson advokatur (eftir hetta nevnt fyritøkan) verður dátuvernd og trúnaður raðfest høgt. Í hesum privatlívspolitikkinum ber til at lesa, hvussu fyritøkan handfer tær upplýsingar fyritøkan fær hendur á, tá tú sum kundi hjá fyritøkuni brúkar tær tænastur fyritøkan bjóðar. 

Dátuábyrgd

Fyritøkan er dátuábyrgdari fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum. Tær løgfrøðiligu upplýsingarnar um fyritøkuna eru hesar:

Sp/f Eli Thorsteinsson advokatur

Børkugøta 12, FO-100 Tórshavn

Fartlf.nr. +298 590989

Teldupostbústaður eth@eth.fo

V-tal: 648760 / Skrás.nr. 7524

Fyritøkan sum dátuviðgeri

Í summum førum kann fyritøkan vera dátuviðgeri fyri ein kunda, t.d. um fyritøkan umsitur eina fráboðanarskipan (whistleblower-skipan) fyri eitt felag ella ein stovn, um fyritøkan t.d. letur elektroniskar platformar standa tøkar til t.d. elektronisk dáturúm í sambandi við keyp og sølu av fyritøkum, til útboð av vørum og tænastum osv.

Tá fyritøkan er dátuviðgeri handlar fyritøkan eftir leiðbeining frá dátuábyrgdaranum og sambært eini ítøkiligari dátuviðgeraravtalu. Í teimum førum er hesin privatlívspolitikkur ikki galdandi.

Endamál við viðgerðini og bólkar av persónupplýsingum

Í sambandi við veitan av tænastum kann fyritøkan viðgera fylgjandi upplýsingar um teg:

Løgfrøðiligar tænastur og uppgávur

Um tú ert kundi hjá fyritøkuni ella ein møguligur komandi kundi, vera persónupplýsingar um teg viðgjørdir fyri at kunna veita tær eina løgfrøðiliga tænastu við atliti til at gera ella liva upp til tí avtalu fyritøkan hevur við teg ella tann kunda tú umboðar.

Vinnufelagaupplýsingar eru í útgangstøðinum ikki fevndar av dátuverndarlóggávuni, men fyritøkan kann eftir umstøðunum viðgera tínar samleika-, kontakt- og professiónsupplýsingar, undir hesum navn, teldupostbústað, telefonnummar, bústað, starv, útbúgving og okkara handilsliga samband. Harumframt viðgerð fyritøkan upplýsingar um fíggjarlig viðurskifti, undir hesum gjaldsupplýsingar og skattaupplýsingar. Rættargrundarlagið fyri viðgerðini er at finna í § 8 stk. 1, litra b í dátuverndarlógini, tí viðgerðin er neyðug fyri at at halda eina avtalu við kundan ella sum kundin er partur av, ella fyri at gera tað, sum eftir áheitan frá kundanum er neyðugt áðrenn ein møgulig avtala verður gjørd.

Fyritøkan kann somuleiðis viðgera viðkvæmar persónupplýsingar alt eftir teimum ítøkiligum umstøðunum í málinum ella málunum fyritøkan hjálpir kundanum við, umframt har skrásetti hevur givið sítt nágreiniliga samtykki, t.d. um viðgerðin er neyðug fyri, at rættarkrav kann sannast, gerast galdandi ella verjast. Viðgerðin kann eisini fara fram, um tað er neyðugt fyri at røkja sjálvsøgd heimilað áhugamál, og hesi áhugamál greitt ganga fram um fyrilitini hjá tí skrásetta. Víðarigeving uttan samtykki kann bert fara fram, tá ið víðarigevingin skal røkja privat ella almenn áhugamál, sum greitt ganga framum áhugamálini, sum krevja loynsemi.

Fyritøkan er sum advokatfyritøka undirløgd skyldum sambært hvítvasklógini í sambandi við nakrar av løgfrøðiligu tænastunum fyritøkan veitur. Í tí sambandi fer viðgerð av persónupplýsingum eisini fram, undir hesum samleikaupplýsingum, t.d. navn, persónstal, passnummar osv.. Fyritøkan viðgerð bert samleikaupplýsingar sum eru heintaðir við støði í hvítvasklógini, til at liva upp til skyldurnar sambært hesi lóg og ikki til handilslig endamál. Rættargrundarlagið undir viðgerðini er hvítvasklógin í síni heild.

Skeið

Um tú meldar teg til eitt skeið, sum fyritøkan skipar fyri, kann fyritøkan í tí sambandi viðgera tínar persónupplýsingar. Fyritøkan viðgerð títt navn, starv og starvsstað, teldupostbústað og bústað. Rættargrundarlagið undir tí viðgerðini er at finna í § 8 stk. 1, litra b í dátuverndarlógini. Hesir upplýsingar vera goymdir í 9 ár.

Fyritøkan kann í samband við fyriskipan av skeiðum víðarilata tínar persónupplýsingar til viðkomandi samstarvsfelagar. Tað kann t.d. vera útbjóðarar av webinar-loysnum ella t.d. undirvísarar uttanfyri fyritøkuna. Upplýsingar um samstarvsfelagar í sambandi við ítøkilig skeið og onnur líknandi tiltøk vilja vanliga vera tøkar tá tú meldar teg til.

Tíðindabrøv

Fyritøkan framleiðir og sendur ikki tíðindabrøv ella líknandi beinleiðis út til móttakrar. Um fyritøkan fer undir tílíka tænastu í framtíðini verður hesin politikkur dagførdur samsvarandi.

Marknaðarføring

Um fyritøkan ynskir at gera brúk av tínum persónupplýsingum til marknaðarføring verður samtykki altíð heinta inn áðrenn, sbrt. § 8 stk. 1, litra a í dátuverndarlógini. Tú kann altíð taka títt samtykki aftur.

Heimasíða og cookies

Heimasíðan hjá fyritøkuni hevur í løtuni ikki funktiónir ella amboð, sum gera tað neyðugt at viðgera persónupplýsingar. Broytist hetta verður hesin politikkur dagførdur samsvarandi.

Heimasíðan inniheldur tó cookies. Fyritøkan goymir tó ikki persónligar upplýsingar um teg sum vitjandi á heimasíðuni, og tú kann ikki sporast umvegis hesar cookies.

Heimasíðan brúkar eina sonevnda sessióncookie: ASP.NET_SessionId. Hendan cookie verður brúkt til at handfara síður sum eru vardar við loyniorðum.

Ein cookie er ein lítil tekstfíla sum verður sent frá okkara webservarar og sum internetbrowsarin hjá tær goymir. Tað finnast tvey sløg av cookies, sonevndar vanligar cookies og sessiónscookies. Sessióncookies hvørva tá tú letur tín browsara aftur, og tað verður tískil ikki goymt nakað á tínari teldu. Vanligar cookies verða goymdar á tínari teldu í longri tíð.

Um tú ikki vil góðtaka cookies, kann tín browsari stillast inn til ikki at goyma cookies, ella gera teg kunnigan við hvørja ferð ein heimasíða biðjur um at fáa goymt eina cookie. Tú kann altíð strika cookies frá tínum harddiski manuelt. Tú kann eisini strika áður goymdar cookies gjøgnum browsaran. Sí hjálparsíðu hjá browsaranum fyri meira kunning. Velur tú ikki at góðtaka cookies, kann tað føra til avmarkaðan funktionalitet á fleiri heimasíðum.

Sosialir miðlar – virkissíður á LinkedIn og Facebook

Fyritøkan er aktiv á teimum sosialu miðlunum. Í løtuni hevur fyritøkan eina virkissíðu á LinkedIn og eina á Facebook. Broytist hetta verður hesin politikkur dagførdur samsvarandi.

Tá tú samvirkar við fyritøkuna á hesum síðum á LinkedIn og Facebook, gert tú upplýsingar atkomuligar fyri fyritøkuna og sosiala miðilin, t.d. tá tú reagerar uppá uppsløg hjá fyritøkuni, viðmerkjur og víðarideilur tey, eins og fyritøkan viðgerð upplýsingar um at tú “dámar” virkissíðuna ella fylgir fyritøkuni á sosiala miðlinum. Harumframt blíva vanligir upplýsingar um teg viðgjørdir, sum t.d. samleikaupplýsingar, kontaktupplýsingar osv. Endamálið við viðgerðini er at marknaðarføra fyritøkuna.

Rættargrundarlagið fyri viðgerðini er at finna í § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini og tí heimilaða áhugamálinum hjá fyritøkuni at marknaðaføra seg sum eina advokatfyritøku á teimum sosialu miðlunum, undir hesum eisini at gera kundar og møguligar komandi kundar kunnigar við viðkomandi tilfar og tíðindi.

Við at brúka hesar báðar sosialar miðlar gera hesir sjálvir brúk av teimum upplýsingum, sum blíva savnaðir inn umvegis síðuna hjá fyritøkuni, og fyritøkan og ávikavist LinkedIn og Facebook kunnu sigast at vera felags dátuábyrgdarar fyri viðgerðini av hesum upplýsingum.

Tú kann lesa meira um felags dátuábyrgd, undir hesum eisini ábyrgdarbýtið, viðgerðina osv., við LinkedIn her https://legal.linkedin.com/pages-joint-controller-addendum og við Facebook her https://www.facebook.com/legal/terms/page_controller_addendum.

Upplýsingar á sosialu miðlunum blíva í høvuðsheitum strikaðir tá fyritøkan strikar eitt uppslag, ella tá tú strikar tína viðmerking, víðarideiling, reaktión ella tekur aftur, at tú “dámar” ella fylgir fyritøkuni á sosiala miðlinum.

Móttakarar

Í ávísum førum letur fyritøkan tínar persónupplýsingar víðari til samstarvsfelagar og veitarar, t.d. kt-veitarar. Hesir viðgera bert tínar persónupplýsingar vegna fyritøkuna og í samsvari við leiðbeining frá fyritøkuni.

Fyritøkan kann somuleiðis víðarilata tínar persónupplýsingar til uttanhýsis triðjapartar, um tað er álagt fyritøkuni, ella tað er ein partur av tænastuni til kundan. Tað kann t.d. vera til løgregluna, til TAKS, aðrar almennar myndugleikar, dómstólar, gerðarættir, aðrar advokatfyritøkur, mótpartar í málum umframt uttanhýsis samstarvsfelagar, t.d. undirvísarar.

Í samband við, at fyritøkan skal taka ímóti klientpengum á klientkonto, hevur fyritøkan í ávísum førum skyldu til at víðarilata samleikaupplýsingar um kundan til kontoførandi peningastovn, soleiðis at hesin kann yvirhalda tær skyldur, sum eru álagdar peningastovninum sbrt. hvítvasklógini.

Triðjalond

Fyritøkan flytur ikki tínar persónupplýsingar til triðjalond (tvs. lond uttanfyri ES/EBS), uttan so tað er neyðugt í tí ítøkiliga málinum. Tað kann t.d. vera, tí fyritøkan í sambandi við ráðgeving av tær sum kunda er noydd til at heinta inn uttanhýsis ráðgeving, sum t.d. uttanhýsis sambindingar/samstarvs-advokatar, fíggjarligar ráðgevar, aðrar ráðgevar, peningastovnar, tryggingarfeløg osv., fyri at veita tí ynsktu ráðgevingina. Tað kann í tí sambandi eisini blíva neyðugt at draga uppí viðkomandi útlendskar myndugleikar v.m.

Ein tílík til høvið flytan av tínum persónupplýsingum vil fara fram í samsvari við § 62, stk. 1, nr. 2-5 í dátuverndarlógini. Við flutningi av persónupplýsingum í øðrum førum, syrgir fyritøkan fyri, at tað fyriliggur eitt flutningsgrundarlag, og at kundin verður ítøkiliga kunnaður um hetta.

Trygd

Fyritøkan hevur mannagongdir, sum tryggja at fyritøkan hevur neyðugu trygdina og soleiðis eisini livur upp til krøvini um íverksetan av passandi tekniskum og organisatoriskum trygdartiltøkum. Harvið ger fyritøkan sítt besta fyri at tryggja tínar persónupplýsingar, undir hesum bæði í mun til góðsku og fullkomileika.

Goymsla og strikan

Fyritøkan strikar tínar persónupplýsingar, tá fyritøkan ikki hevur tørv á at viðgera tær til at røkka einum ella fleiri av teimum endamálum, sum nevnt omanfyri. Serligar lógarásetingar, undir hesum t.d. í bókhaldslógini, hvítvasklógini, lóggávu um fyrning av krøvum osv., kann tó geva fyritøkuni eina skyldu ella rætt at goyma upplýsingarnar í longri tíð. Upplýsingarnar kunnu eisini viðgerast og goymast longri, um hesar blíva gjørdar navnleysar.

Persónupplýsingar, sum fyritøkan heintar inn við støði í hvítvasklógini, verða goymdar í 5 ár aftaná at kundasambandi heldur uppat og verað síðani strikaðar.

Tíni rættindi

Tú hevur rætt til at fáa innlit í teir upplýsingar fyritøkan viðgerð um teg, við ávísum undantøkum sum eru ásett í lóggávuni. Harumframt ber til hjá tær at mótmæla innheintan og víðariviðgerð av tínum persónupplýsingum. Harumframt hevur tú rætt til at fáa tínar upplýsingar rættaðar ella biðja fyritøkuna um at minka um viðgerðina av tínum persónupplýsingum.

Heitir tú á fyritøkuna um at strika tínar persónupplýsingar, so strikar fyritøkan tær persónupplýsingar, sum eru skrásettar um teg, uttan óneyðugan steðg, uttan so at fyritøkan kann halda fram við viðgerðini á øðrum grundarlagi, t.d. um viðgerðin er neyðug fyr at áseta eitt rættarkrav, ella um tað er neyðugt fyri at svara áheitanum frá tær.

Í ávísum førum kann tú eisini heita á fyritøkuna um, at fyritøkan gevur tær avrit av tínum persónupplýsingum í einum struktureraðum, vanliga brúktum og maskinlesiligum skapið, og biðja um at fyritøkan flytur upplýsingarnar beinleiðis til ein annan dátuábyrgdara (rætturin til dátuflutning).

Um fyritøkan viðgerð tínar persónupplýsingar við støði í tínum samtykki, kann tú til eina og hvørja tíð taka títt samtykki aftur. Hetta kann gerast við at tú kontaktar fyritøkuna beinleiðis. Tekur tú títt samtykki aftur, steðgar fyritøkan við at viðgera tínar persónupplýsingar, uttan so at fyritøkan hevur rætt ella skyldu at halda fram við viðgerðini ella goymsluni av tínum upplýsingum á øðrum grundarlagi, undir hesum eisini í mun til lóggávu. Afturkallan av samtykki ávirkar ikki lóggildi av tí viðgerð, sum er farin fram áðrenn afturkallanina av samtykkinum.

Um tú ynskir at gera brúk av tínum rættindum sum lýst omanfyri, ert tú til eina og hvørja tíð vælkomin at seta teg í samband við fyritøkuna.

Fyritøkan heitur á teg um at tú í sambandi við áheitanir viðvíkjandi tínum rættindum gevur fyritøkuni nøktandi upplýsingar til, at fyritøkan kann viðgera tína áheitan, undir hesum títt fulla navn og tín teldupostbústað, so fyritøkan kann eyðmerkja teg og svara tínari áheitan. Fyritøkan svarar skjótast gjørligt.

Um tú ert ósamdur í tí mátanum fyritøkan viðgerð tínar persónupplýsingar uppá, ella teimum endamálum fyritøkan viðgerð persónupplýsingarnar til, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við fyritøkuna. Tú hevur eisini møguleika at senda eina klagu til:

Dátueftirlitið

Tinganes

Postboks 300, FO-110 Tórshavn

Teldupostbústaður dat@dat.fo

Tlf.nr. (+298) 309100

Leinkjur til aðrar heimasíður

Á heimasíðuni hjá fyritøkuni finnast leinkjur til aðrar heimasíður. Fyritøkan hevur onga ábyrgd fyri innihaldinum á heimasíðum hjá øðrum ella fyri teirra praksis í sambandi við heintan av persónligum upplýsingum.

Tá tú vitjar aðrar heimasíður eigur tú altíð at lesa politikkin um vernd av persónupplýsingum og aðrar viðkomandi politikkir fyri heimasíðuna.

Broytingar í privatlívspolitikkinum

Fyritøkan tekur sær rætt til at broyta hendan privatlívspolitikk vegna týðandi broytingar í lóggávu, nýggjum tekniskum loysnum, nýggjar ella betraðar funktiónir ella fyri at betra heimasíðuna og aðrar síður á sosialu miðlunum.

Samband

Skriva til eth@eth.fo – við Privatlívspolitikkur í evniteiginum, um fyritøkan skal broyta ella strika persónligar upplýsingar, sum fyritøkan hevur skrásett um teg, ella um tú hevur spurningar til leiðreglurnar í privatlívspolitikkinum.

 

Lagt út tann 15. oktober 2020.

Privatlívspolitikkurin er galdandi frá 1. januar 2021. 

Sp/f Eli Thorsteinsson advokatur