Fyritøkan leggur dent á at veita dygdargóða løgfrøðiliga ráðgeving og løgfrøðiligar tænastur til føroyskt vinnulív sum heild umframt almennar myndugleikar, stovnar, felagsskapir og kommunur.
Fyritøkan kann veita ráðgeving og tænastur innan m.a. fylgjandi rættarøkir:
Umframt at ráðgeving og tænasta eisini verður veitt innan m.a. fylgjandi økir:
Av og á verður skipað fyri skeiðum innan ávís løgfrøðilig økir.
Eli hevur drúgvar royndir við undirvísing og skeiðvirksemi.
Eli hevur undirvísingarroyndir í m.a. bankalóggávu, hvítvasklóggávu, dátuverndarlóggávu, byggirætti umframt aðrari løgfrøði.
Tað ber eisini til at bíleggja innanhýsis skeið til tína fyritøku, stovn ella felagsskap um tit hava eitt ítøkiligt rættarevni tit vilja gjøgnumganga nærri.
Kontakta Eli Thorsteinsson advokat við tínum fyrispurningi um skeið í løgfrøði.
Fyritøkan veitir ráðgeving um persóndátuvernd og persóndáturætt.
Eli Thorsteinsson advokatur hevur altjóða prógv frá IAPP (International Association of Privacy Professionals) innan dátuverndarrætt/GDPR og dátuvernd sum heild.
Eli kann t.d. hjálpa við fylgjandi:
Til tíðir kann vera tørvur á hjá bæði fyritøkum, stovnum v.m. at gera kanningar av ávísum viðurskiftum.
Eli hevur royndir við at gera bæði innanhýsis og uttanhýsis løgfrøðiligar kanningar.
Hava tit tørv á eini uttanhýsis og óheftari advokatkanning av ávísum viðurskiftum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Eli Thorsteinsson advokat.
Leiga ein advokat og fá tína egnu innanhýsis løgdeild.
Eitt nú ber til at avtalan ein fastan dag um vikuna, har advokaturin er tøkur á tykkara fyritøku.
Kontakta Eli Thorsteinsson advokat fyri at hoyra og avtala nærri.