top of page
Tórshavn

VIRKISØKIR

Arbeitt verður við vinnulívsrætti í breiðari merking og verður dentur lagdur á at veita skjóta, greiða og dygdargóða løgfrøðiliga ráðgeving og tænastur til kappingarførar prísir. Hetta serliga til føroyskt vinnulív í breiðastu merking umframt til almennar myndugleikar, stovnar og ráð. 

 

Harumframt verður ráðgeving veitt til einstaklingar í flest øllum privatrættarligum viðurskiftum.

 

Fyrispurningar eru altíð vælkomnir við at ringja ella skriva til fyritøkuna. 

Um Eli

Eli Thorsteinsson advokatur

Eli hevur síðani 1. januar 2020 rikið egna advokatfyritøku.

​

Eli arbeiðir við vinnulívsrætti í breiðari merking og hevur m.a. drúgvar royndir frá føroysku bankavinnuni og frá advokatfyritøku í Keypmannahavn, har hann í fleiri ár arbeiddi við m.a. eigaraíbúðarfeløgum, lutaíbúðarfeløgum, fast ognum, byggirætti og felagsrætti.

​

Harumframt arbeiður Eli nógv innan dátuverndarrætt, sum ráðgevi hjá bæði fyritøkum og stovnum. Eli hevur í tí samband tvey altjóða prógv frá IAPP (International Association of Privacy Professionals), undir hesum bæði CIPM og CIPP/E.

​

Eli ráðgevur harumframt almennum myndugleikum og stovnum innan øll øki, sum hava við almenna fyrisiting at gera, sum t.d. í fyrisitingarrætti, kommunurætti, setanarviðurskiftum, byggimálum vm. 

 

Eli ráðgevur eisini einstaklingum í privatrættarligum viðurskiftum, sum t.d. innan arv og skifti, skriving av skeytum, samognarsáttmálum vm., umframt skriving av hjúnasáttmálum, arvaskjølum osv. 

Eli Thorsteinsson
CIPM - IAPP Certification
CIPP - IAPP Certification
Mynd tikin frá Lítlu Dímun 2018.jpg

Um fyritøkuna

Advokatfyritøkan er skipað sum smápartafelag og hevur teknað ábyrgdartrygging og garantiskipan hjá HDI Global Specialty SE. Tryggingin dekkar alt advokatvirksemi hjá advokatfyritøkuni, undir hesum Eli Thorsteinsson advokati, uttan mun til hvar advokatvirksemi verður útint. 

Eli Thorsteinsson advokatur er tilnevndur advokatur av danska Justitsministeriet tann 4. januar 2016 og er limur í danska Advokatsamfundet.

Víkartindur 2014 - 2.jpg

TREYTIR

Viðskiftatreytirnar hjá Sp/f Eli Thorsteinsson advokatur eru, um ikki onnur skrivliga avtala er gjørd, galdandi fyri allar uppgávur og tænastur sum fyritøkan átekur sær. 

​

Í fyritøkuni verður dátuvernd og trúnaður raðfest høgt. Í privatlívspolitikkinum ber til at lesa, hvussu fyritøkan handfer upplýsingar um teg sum kunda. 

​

​

bottom of page