top of page

Varskógvaraskipan

Eli Thorsteinsson advokatur bjóðar fyritøkum, stovnum, felagsskapum, kommunum v.fl., umsiting av egnari varskógvaraskipan. Tekniska verksetanin av varskógvarskipanini verður framd av undirveitara okkara EQS Group AG. 

EQS mynd.jpg

Kunning um varskógvaraskipanina

Varskógvaraskipanin Integrity Line frá EQS Group AG er ein tann mest framkomna og best umtókta sum finst á marknaðinum. Skipanin er sera brúkaravinarlig og lýkur viðkomandi krøv til dátuviðgerð vm. (GDPR), umframt at hýsingarfeløgini eitt nú hava ISO 27001 váttan, sum er ein altjóða leiðslustandardur fyri kunningartrygd, umframt at vera undir regluligum óheftum eftirlitið.

Standard loysnin sum Eli Thorsteinsson advokatur bjóðar frá EQS (Integrity Line - essential loysnin) hevur við sær, at varskógvaraportalurin í mesta lagi kann vera á tveimum málum (vanliga føroyskt og enskt). Skipanin kann tillagast einstøka arbeiðsplássinum í útsjónd, við egnum búmerki, litum osv. Til ber at síggja eitt dømi av skipanini her

 

Í flestu førum vil standard loysnin vera meir enn nøktandi til føroysk arbeiðspláss. Hóast hetta so ber eisini til at keypa eina uppgraderaða loysn við fleiri møguleikum, um tørvur skuldi verið á tí.


Orsøkirnar kunnu vera ymiskar fyri at stovnseta varskógvaraskipan á einum arbeiðsplássi. Summi arbeiðspláss eru undirløgd lógarkrøvum um tílíka skipan, meðan onnur velja tað til av fríum vilja. Hetta fyri at geva starvsfólki møguleikan dulnevnd at senda fráboðanir umvegis trygga skipan til óheftan triðjapersón.

Fyrimunir við eini varskógvaraskipan

Nakrir fyrimunir við varskógvaraskipan á arbeiðsplássinum:

  • Viðvirkar til eina betri etiska atferð og integritet

  • Minkar um váðan fyri fíggjarligum tapum

  • Kann vera við til at fyribyrgja óreglusemi

  • Kann betra um trivnaðin hjá starvsfólkum

  • Kann betra um umdømi hjá arbeiðsplássinum

  • Viðvirkar til betri compliance

  • Trupulleikar uppdagaðir fyrr heldur enn seinni

  • Kann viðvirka til eina betri mentan

Kostnaður vm. 

Árliga samsýningin fyri at virka sum umsitari av varskógvaraskipanini er tengdur at støddini á organisatiónini (sum oftast við støði í tal av starvsfólkum).

 

Við í keypinum er ein varskógvarapallur, uppskot til neyðugar politikkir og mannagongdir, sum t.d. varskógvarapolitikkur og privatlívspolitikkur. Um kundin hevur serlig broytingarynskir til uppsetanina av skipanini enn standard loysnina, broytingarynskir til viðkomandi skjøl, verður hetta avrokna eftir brúktari tíð útyvir eitt stovningargjaldi. Harumframt verður skrivlig tænastuavtala gjørd afturat einari dátuviðgeraravtalu.

Árliga samsýningin fevnur ikki um móttøku, screening og handfaring av fráboðanum frá varskógvarum – hetta verður avrokna eftir brúktari tíð, og er tí tengt at stødd og kompleksiteti á tí einstøku fráboðanini, og um talan er um skrivliga ella munnliga fráboðan. Móttøka og screening av minnið kompleksum skrivligum fráboðanum tekur vanliga um 30 min., meðan munnligar ella kompleksar fráboðanir kunnu taka 1-3 tímar. Viðgerð av eini fráboðan (sum ikki verður avvíst) tekur vanliga 3-6 tímar (ekskl. ráðgeving um hvussu fráboðanin skal handfarast), alt eftir karakterin av fráboðanini.

Set teg í samband við Eli Thorsteinsson advokat fyri at frætta nærri um kostnaðin av varskógvaraskipanini, tilhoyrandi tænastuni vm. 

Handfaring av fráboðanum

Stig 1 - Móttøka:
Fráboðanin frá varskógvaranum verður mótikin av Eli Thorsteinsson advokati.


Stig 2 - Váttan:
Eli Thorsteinsson advokatur sendur váttan til varskógvaran um at fráboðanin er móttikin innan 7 dagar. Hetta um varskógvarin hevur stovna eina postboks, annaðhvørt við navni ella dulnevnt.

 

Stig 3 - Screening:
Eli Thorsteinsson advokatur kontrollerar, um fráboðanin frá varskógvaranum kann viðgerast, undir hesum um hon er fevnd av varskógvarapolitikkinum hjá kundanum vm.

 

Stig 4 - Handfaring:
Alt eftir hvat screeningin førur til, so vil Eli Thorsteinnson advokatur annaðhvørt a) avvísa fráboðanina, ella b) bera málið víðari til ávíst útvalt ábyrgdarfólk í organisatiónini sbrt. avtalu við kundan.

 

Stig 5 - Viðgerð:
Fráboðanin verður kannað og viðgjørd í organisatiónini (hjá kundanum), møguliga við ráðgeving frá Eli Thorsteinsson advokati.

 

Stig 6 - Feedback:
Við støði í afturmeldingini frá organisatiónini, gevur Eli Thorsteinsson advokatur feedback til varskógvaran innan 3 mánaðir – tvs. upplýsir viðkomandi um, hvat er gjørt fyri at kannað og møguliga handfara fráboðanina. Hetta um varskógvarin hevur stovna eina postboks, annaðhvørt við navni ella dulnevnt.

bottom of page