top of page

Viðskiftatreytir

Viðskiftatreytirnar hjá Sp/f Eli Thorsteinsson advokatur (eftir hetta nevnt fyritøkan) eru, um ikki onnur skrivliga avtala er gjørd, galdandi fyri allar uppgávur og tænastur sum fyritøkan átekur sær.

​

Útinnan av uppgávuni

Fyritøkan og kundin avtala leypandi tí løgfrøðiligu hjálpina og vavið av hvørjari uppgávu umframt leiklutin hjá bæði kunda og møguligum triðjapørtum.

​

Fyritøkan átekur sær at veita dygdargóða løgfrøðiliga hjálp og tænastur í avtalaðum vavið og til avtalaða tíð.

​

Allar uppgávur verða framdar í samsvari við ásetingar í rættargangslógini, aðrari viðkomandi lóggávu umframt teimum advokatetisku reglunum frá danska Advokatsamfundet.

​

Fyritøkan goymir øll neyðug málsskjøl í 5 ár frá málsenda. Uppruna skjøl verða handaði aftur í seinasta lagi við málsenda.

​

Kundar fáa neyðugu rættindi til at brúka alt skrivligt tilfar, sum fyritøkan veitur kundanum í sambandi við eina uppgávu, men fyritøkan hevur og varðveitur øll upphavsrættindi og onnur immateriell rættindi til alt veitt tilfar.

​

Hvítvask og dátuvernd

Fyritøkan er undirløgd ásetingunum í hvítvasklógini og skal tí fáa til vega og goyma samleikaupplýsingar um kundar sambært ásetingunum í lógini.

​

Samleikaupplýsingar fingnir til vega við støði í hvítvasklógini verða bert viðgjørdir við atliti til fyribyrgjan av hvítvaski og fígging av yvirgangi. Samleikaupplýsingarnar verðar ikki brúktar til handilslig endamál.

​

Um fyritøkan skal stovna serstaka klientkonto, hevur fyritøkan skyldu til at víðarigeva samleikaupplýsingarnar til tann peningastovnin, har kontan verður stovna, fyri at peningastovnurin kann liva upp til sínar skyldur sambært hvítvasklógini.

​

Fyritøkan viðgerð, í sambandi við ráðgeving og aðrar tænastur til kundar, persónupplýsingar í fleiri førum. Í hesum sambandi verður víst til privatlívspolitikkin hjá fyritøkuni, sum eisini er at finna á heimasíðuni.

​

Ómaksløn, rokning og klientkonto

Fyritøkan ásetur ómaksløn við støði í vavi av uppgávuni, undir hesum eisini arbeiði uttanfyri vanligar arbeiðstíðir, týdningin málið hevur fyri kundan, virði av tænastuni frá fyritøkuni, tann ábyrgd ið er knýtt at uppgávuni, hvussu torgreidd uppgávan er, nýtslan av servitan og nádda úrslitinum. Í málum, sum verða avgjørd í fyrisitngingarligum stovnum og nevndum, í gerðarrættum og í dómstólum, er ómakslønin hjá fyritøkuni í minsta lagi tann upphædd, sum kundin fær tilluta í sakarmálskostnaðum.  

​

Kundin skal gjalda kostnaðir knýttir at uppgávuni og kostnaðir fyritøkan hevur lagt út fyri, undir hesum avgjøld, hóskandi útreiðslur til ferðing, uppi- og kostarhald, størri útreiðslur til fjølritan og postsendingar, uttanhýsis flutningsútreiðslur umframt ómakslønina.   

 

Tá fyritøkan fer í holt við eina uppgávu vil fyritøkan eftir áheitan frá kundanum upplýsa um væntaða stødd á ómakslønini, um hetta er møguligt fyri tí ítøkiligu uppgávuna. Ber ikki til at upplýsa støddina av ómakslønini, verður ístaðin upplýst hvussu ómakslønin verður ásett, t.d. hvør tímaprísur er galdandi. Kundar, sum eru brúkarar, fáa upplýsing om ómakslønina, áðrenn fari verður í holt við uppgávuna.

​

Vanliga sendur fyritøkan rokning til kundan mánaðarliga afturút. Fyritøkan kann eisini krevja, at ómakslønin verður goldin frammanundan heilt ella lutvíst. Tá talan er um størri uttanhýsis útreiðslur kann fyritøkan somuleiðis krevja gjald fyri hetta frammanundan.

​

Gjaldstreytirnar eru netto 8 dagar frá dagfestingini á rokningini. Meirvirðisgjald verður eftir galdandi reglum lagt afturat ómakslønini.

​

Fyritøkan umsitur allan pening hjá kundunum samsvarandi reglunum hjá danska Advokatsamfundet og verða hesin settur inn á klientkonto í føroyskum peningastovni. Tilskrivaðar rentur á klientkonto´ini fella til kundan samsvarandi reglunum hjá danska Advokatsamfundet.

​

Kundin skal gjalda rentur, sum verða tilskrivaðar innistandandi á vanligari klientkonto ella innistandandi á eini klientkonto fyri seg, sum fylgja av at hesar verða rentaðar við negativari rentu, umframt møguligum avgjøldum, sum kontuførandi peningastovnur áleggur í sambandi við stovnan, viðlíkahald ella avtøku av hesum kontum.

​

Innistandandi á klientkonto er fevnt av tí generella loftinum á EUR 100.000 í donsku Garantiformuen (fyrr nevnt innskjótaratrygdargrunnurin fyri innskjótarar og íleggjarar) fyri dekning um kontuførandi peningastovnur er fyri búskaparligum skrædli. Hevur kundin annað innistandandi í viðkomandi peningastovni enn tað sum stendur á klientkonto, er mestaupphæddin nevnd omanfyri galdandi fyri samlaða innistandandi. Fyritøkan hevur ikki nakra ábyrgd fyri innistandandi á klientkonto, um ein peningastovnur kemur í fíggjarliga trongstøðu og/ella er fyri búskaparligum skrædli. 

​

Trúnaður og innanvitarareglur

Fyritøkan hevur skyldu til at viðgera allar upplýsingar frá kundanum ella um kundan í trúnaði. Talan er um serstaka tagnarskyldu og hevur fyritøkan trygdarmannagongdir fyri at handfara alt trúnaðartilfar.  

​

Fyritøkan og Eli Thorsteinsson advokatur eru undirløgd serligum reglum í samsvar við galdandi lóggávu um bann móti viðarilatan av innanhýsis vitan um børsskrásettar fyritøkur og avmarkningar fyri handli við børsskrásettum virðisbrøvum.

​

Ábyrgd, ábyrgdaravmarking og trygging

Fyritøkan hevur ábyrgd av veittu ráðgevingini í samsvari við teimum vanligu føroysku reglunum um endurgjald. Ráðgevingin er nágreiniliga málrætta tí ítøkiligu uppgávuni og má ikki uttan nágreiniligt skrivligt samtykki brúkast til annað endamál.

​

Fyritøkan er fevnd av ábyrgdartrygging og garantiskipan í HDI Global Specialty SE, sum dekkar alt advokatvirksemi hjá Eli Thorsteinsson advokati við upp til kr. 2.500.000 í ábyrgdartrygging um árið og við upp til kr. 5.000.000 í garanti um árið.

 

Fyritøkan og Eli Thorsteinsson advokatur ábyrgdast ikki fyri óbeinleiðis tapi ella fylgiskaðum, undir hesum rakstrartapi, tap av dátum, tap av vinningi, tap av goodwill, umdømi vm., ella tapi orsakað av at ein peningastovnur kemur í fíggjarliga trongstøðu.

​

Ábyrgdin er ikki galdandi fyri arbeiðið hjá øðrum ráðgevum, sum fyritøkan kann hava víst kundan til ella sum vit eftir avtalu við kundan hava latið avgreiða partar av uppgávuni.

​

Marknaðarføring

Tá ein uppgáva, har fyritøkan hevur virkað sum ráðgevi, er avgreidd og alment kend, hevur fyritøkan rætt til at brúka hesa sum tilvísing í síni marknaðarføring.

​

Lógarval og varnarting

Allar ósemjur millum kundan og fyritøkuna skulu loysast sambært galdandi føroyskari lóg og við Føroya Rætt.

​

Snýr ósemjan seg um atburð ella ómaksløn kann kundin klaga til danska Advokatnævnet, Kronprinsessegade 28, 1306 København K – víst verður annars til www.advokatnaevnet.dk

 

Seinast dagførdar 9. oktober 2020.

bottom of page