top of page

Almennir upplýsingar um advokatfyritøkuna Sp/f Eli Thorsteinsson advokatur

Advokatfyritøkan er skipað sum smápartafelag við v-tali 648760 og skrásetingarnummari 7524 og hevur teknað ábyrgdartrygging og garantiskipan hjá HDI Global Specialty SE, sum Eli Thorsteinsson advokatur er fevndur av. Fyritøkan hevur ikki aðrar starvssettar advokatar. HDI Global Specialty SE, Danmark er ein donsk deild av HDI Global Specialty SE í Týsklandi og hevur bústað á Indiakaj 6, 1. sal, DK-2100 København Ø. Tryggingin dekkar alt advokatvirksemi hjá advokatfyritøkuni, undir hesum Eli Thorsteinsson advokati, uttan mun til hvar advokatvirksemi verður útint.

 

Eli Thorsteinsson advokatur er tilnevndur advokatur av danska Justitsministeriet tann 4. januar 2016, er limur í danska Advokatsamfundet og er einaeigari av advokatfyritøkuni. Konkaktupplýsingar uppá Eli Thorsteinsson advokat eru samanfallandi við teir hjá fyritøkuni, tvs. Børkugøta 12, FO-100 Tórshavn, teldupostbústað eth@eth.fo og fartlf.nr. +298 590989.

 

Advokatfyritøkan og Eli Thorsteinsson advokatur eru undir eftirliti av danska Advokatsamfundet og eru fevnd av reglunum um góðan advokatsið, smb. § 164 í føroysku rættargangslógini umframt teimum advokatetisku reglunum. Sí nærri á heimasíðuni hjá Advokatsamfundet www.advokatsamfundet.dk 

​

Advokatfyritøkan hevur í sínum viðskiftatreytum eina áseting um at allar ósemjur millum kundan og fyritøkuna skulu loysast sambært galdandi føroyskari lóg og við Føroya Rætt. Um so er at ein kundi er ónøgdur við samsýning ella atferð hjá einum advokati og ber ikki til at koma til semju í málinum, er altíð møguleiki fyri at kæra advokatin til Advokatnævnet. Sí nærri á www.advokatnaevnet.dk.

 

Fyritøkan hevur samliklientbankakonto í Betri Banka. Les meira um innskjótaratrygd í viðskiftatreytunum hjá fyritøkuni her á síðuni.

bottom of page