top of page

Útvald virkisøkir

Fyritøkan kann veita ráðgeving og tænastur innan m.a. fylgjandi rættarøkir: 

  • Bankavirksemi

  • Tryggingavirksemi

  • Dátuvernd / GDPR

  • Vinnufeløg og grunnar

  • Sjóvinna

  • Fjarskifti

  • Bygging 

  • Fast ogn

  • Útleigan

  • Bústaðarfeløg, undir hesum eigaraíbúðarfelag og lutaíbúðarfeløg

  • HR-løgfrøði / Starvsfólkarætti

  • Marknaðarføring og brúkararættindi

  • Fyrisiting 

  • Kommunuviðurskifti

  • Skatti

 

Umframt at ráðgeving og tænasta eisini verður veitt innan m.a. fylgjandi økir:

  • Sáttmálar og samráðingar

  • Innheinting av skuld

  • Rættargongd

  • Privatrættarlig viðurskifti til einstaklingar

Dátuverndarrættur

Fyritøkan veitir ráðgeving um persóndátuvernd og persóndáturætt.

Eli Thorsteinsson advokatur hevur altjóða prógv frá IAPP (International Association of Privacy Professionals) innan dátuverndarrætt/GDPR og dátuvernd sum heild.

​

Eli kann t.d. hjálpa við fylgjandi:

  •  Dátuviðgerðaravtalum

  •  Skrivligum politikkum, mannagongdum o.l.

  •  Ráðgeving til bæði dátuábyrgdara og dátuviðgera

  •  Dátuverndarfólki (DPO-funktión) sbrt. serstakari avtalu

  •  Undirvísing av starvsfólkum

  •  Compliancekanningum

Skeiðvirksemi

Av og á verður skipað fyri skeiðum innan ávís løgfrøðilig økir.​

​

Eli hevur drúgvar royndir við undirvísing frá m.a. Fróðskaparsetri Føroya á bæði bachelor- og masterstigi umframt frá øðrum skeiðsvirksemi.

​​

Eli hevur undirvísingarroyndir í m.a. bankalóggávu, hvítvasklóggávu, dátuverndarlóggávu, byggirætti, ognarrætti, veðrætti, lóggávu um eigaraíbúðarfeløg og onnur bústaðarfeløg umframt aðrari løgfrøði.

​

Tað ber eisini til at bíleggja innanhýsis skeið til tína fyritøku, stovn ella felagsskap um tit hava eitt ítøkiligt rættarevni tit vilja gjøgnumganga nærri. 

​

Set teg í samband við Eli Thorsteinsson advokat við tínum fyrispurningi um skeið í løgfrøði. 

Advokatkanning

Til tíðir kann vera tørvur á hjá bæði fyritøkum, stovnum v.m. at gera kanningar av ávísum viðurskiftum. Viðhvørt kann tað vera ein fyrimunur at lata óheftan part standa fyri tílíkum kanningum. 

​

Eli hevur royndir við at gera bæði innanhýsis og uttanhýsis løgfrøðiligar kanningar. 

​

Hava tit tørv á eini uttanhýsis og óheftari advokatkanning av ávísum viðurskiftum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Eli Thorsteinsson advokat. 

Varskógvaraskipan

Í samstarvi við uttanhýsis veitara kann advokatfyritøkan veita eina trygga og smidliga loysn, har varskógvaraskipanin er skræddaraseyma til tykkara arbeiðspláss.

 

Skipanin verður eftir fastari avtalu umsitin av advokatfyritøkuni. 

 

Allar fráboðanir umvegis skipanina vera vegna fyritøkuna viðgjørdar í trúnaði av Eli Thorsteinsson advokati. 

​

Set teg í samband við Eli Thorsteinsson advokat fyri at hoyra og avtala nærri.

Útveitingar- ella tænastuavtala viðvíkjandi løgfrøðiliga arbeiðinum

Viðhvørt kann tað vera ein smidligari loysn at gera fasta avtalu við uttanhýsis advokat um tað løgfrøðiliga arbeiði á arbeiðsplássinum, heldur enn t.d. at seta eitt fólk í starv.

​

Eitt nú ber til at gera eina tænastuavtalu hesum viðvíkjandi, har advokaturin er tøkur á tykkara fyritøku eftir eini greiðari avtalu. Harvið fáa tit tykkara egnu innanhýsis løgdeild. 

​

Set teg í samband við Eli Thorsteinsson advokat fyri at hoyra og avtala nærri. 

bottom of page