Útvald virkisøkir
Fyritøkan kann veita ráðgeving og tænastur innan m.a. fylgjandi rættarøkir:
-
Bankavirksemi
-
Tryggingavirksemi
-
Dátuvernd / GDPR
-
Vinnufeløg og grunnar
-
Sjóvinna
-
Fjarskifti
-
Bygging
-
Fast ogn
-
Útleigan
-
Bústaðarfeløg, undir hesum eigaraíbúðarfelag og lutaíbúðarfeløg
-
HR-løgfrøði / Starvsfólkarætti
-
Marknaðarføring og brúkararættindi
-
Fyrisiting
-
Kommunuviðurskifti
-
Skatti
Umframt at ráðgeving og tænasta eisini verður veitt innan m.a. fylgjandi økir:
-
Sáttmálar og samráðingar
-
Innheinting av skuld
-
Rættargongd
-
Privatrættarlig viðurskifti til einstaklingar
Dátuverndarrættur
Fyritøkan veitir ráðgeving um persóndátuvernd og persóndáturætt.
Eli Thorsteinsson advokatur hevur altjóða prógv frá IAPP (International Association of Privacy Professionals) innan dátuverndarrætt/GDPR og dátuvernd sum heild.
​
Eli kann t.d. hjálpa við fylgjandi:
-
Dátuviðgerðaravtalum
-
Skrivligum politikkum, mannagongdum o.l.
-
Ráðgeving til bæði dátuábyrgdara og dátuviðgera
-
Dátuverndarfólki (DPO-funktión) sbrt. serstakari avtalu
-
Undirvísing av starvsfólkum
-
Compliancekanningum
Skeiðvirksemi
Av og á verður skipað fyri skeiðum innan ávís løgfrøðilig økir.​
​
Eli hevur drúgvar royndir við undirvísing frá m.a. Fróðskaparsetri Føroya á bæði bachelor- og masterstigi umframt frá øðrum skeiðsvirksemi.
​​
Eli hevur undirvísingarroyndir í m.a. bankalóggávu, hvítvasklóggávu, dátuverndarlóggávu, byggirætti, ognarrætti, veðrætti, lóggávu um eigaraíbúðarfeløg og onnur bústaðarfeløg umframt aðrari løgfrøði.
​
Tað ber eisini til at bíleggja innanhýsis skeið til tína fyritøku, stovn ella felagsskap um tit hava eitt ítøkiligt rættarevni tit vilja gjøgnumganga nærri.
​
Set teg í samband við Eli Thorsteinsson advokat við tínum fyrispurningi um skeið í løgfrøði.
Advokatkanning
Til tíðir kann vera tørvur á hjá bæði fyritøkum, stovnum v.m. at gera kanningar av ávísum viðurskiftum. Viðhvørt kann tað vera ein fyrimunur at lata óheftan part standa fyri tílíkum kanningum.
​
Eli hevur royndir við at gera bæði innanhýsis og uttanhýsis løgfrøðiligar kanningar.
​
Hava tit tørv á eini uttanhýsis og óheftari advokatkanning av ávísum viðurskiftum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Eli Thorsteinsson advokat.
Varskógvaraskipan
Í samstarvi við uttanhýsis veitara kann advokatfyritøkan veita eina trygga og smidliga loysn, har varskógvaraskipanin er skræddaraseyma til tykkara arbeiðspláss.
​
Skipanin verður eftir fastari avtalu umsitin av advokatfyritøkuni, og allar fráboðanir umvegis skipanina vera vegna kundan viðgjørdar í trúnaði av Eli Thorsteinsson advokati.
​
Set teg í samband við Eli Thorsteinsson advokat fyri at hoyra og avtala nærri, ella les meira her.
Útveitingar- ella tænastuavtala viðvíkjandi løgfrøðiliga arbeiðinum
Viðhvørt kann tað vera ein smidligari loysn at gera fasta avtalu við uttanhýsis advokat um tað løgfrøðiliga arbeiði á arbeiðsplássinum, heldur enn t.d. at seta eitt fólk í starv.
​
Eitt nú ber til at gera eina tænastuavtalu hesum viðvíkjandi, har advokaturin er tøkur á tykkara fyritøku eftir eini greiðari avtalu. Harvið fáa tit tykkara egnu innanhýsis løgdeild.
​
Set teg í samband við Eli Thorsteinsson advokat fyri at hoyra og avtala nærri.


